Starvsmannafelagið hevur sítt felagsblað, Starvsblaðið, sum, eftir at hava hvílt seg eina tíð, nú kemur út aftur seks ferðir um árið. Ætlanin er at skipa blaðið eitt sindur øðrvísi framyvir soleiðis at eitt ávíst evni – tema – verður viðgjørt hvørja ferð. Hetta fyri at felagið setir sjóneykuna á nøkur av teimum málum, sum hava serligan týdning.
Soleiðis er Starvsblaðið ætlað sum upplegg til kjak, sum skal fara fram á heimasíðu felagsins, har limirnir eru meira enn vælkomnir at koma við hugskotum um hvørji evni, vit skulu taka upp í blaðnum, og sjálvandi eisini at gera viðmerkingar til tað, sum viðgjørt verður.